3Y0K dxpedition til Bouvet
OY1R
Her er eitt sindur um aælanina. DX-ekspeditión til Bouvet oynna í Suðuratlantshavinum. Vit fara úr Capt Town, suður afrika 1 februar 2026 Tað eru umleið 1.400 fjórðingar og væntandi eina viku at sigla. treytað av veðri og sjógvi.
Her liggur Bouvet
Tá ið vit koma fram, flyta vit fólk og útgerð í land við tyrlu. Síðani gera vit eina legu møguliga tvær. har vit seta upp fleiri telt. Telt at sova í, telt at eta og annað og so eisini eitt til radio. Eisini skulla vit hava antennur upp at standa, vónandi til øll HF bondini. Vit vilja verða her í 3 vikur um tað gongur væl.
Kort av Bouvet oynni
93% av oynni er dekka av ísi.
Í amatørradio høpi eru 340 ymisk lond, eisin kalla DXCC-lond Bouvet, hóast hon hoyrir til Noreg, er eitt sjálvstøðugt DXCC-land og liggur heilt ovarliga á listanum yvir mest eftirspurdu DXCC's í heiminum. Málið er at røkka so nógvum radiosambondum ella QSO'um sum tilber.
Ferðin til Bouvet er bæði krevjandi og vandamikil og setur stór krøv til fyrireiking. Sum liður í hesum arbeiði havi vit í fleiri umførum verið í Norra har útgerð er kannað, roynd, savnað og pakkað. Ì Bulgaria á verksmiðu í ger naka av tí útgert vit hava við og Portugal har skipið hevur verði í dokk. Umframt radio amatørar eru 3 læknar(ein er radio amatør) og 2 royndi bjargingar og expedisjóns leiðarar.
OY1R / Regin í bingjuni
Stuðul til hesa verkætlan fer at gera tað møguligt at fremja eina trygga og væl fyrireikaða DX-ekspeditión til eitt av mest avbyrgdu og áhugaverdu radio-økjunum í heiminum.
Nøkur av 3Y0K toyminum
Hevur onkur hug at stuðla hesi dxpedisjón á Bouvet kan tað gerast við at flyta pening á konto hjá Føroyskir Radioamatørar 6460 1009534 viðmerkið OY1R ella 3Y0K Ella við paypal á www.3y0k.com
Heimsíðan hjá 3Y0K er http://www.3y0k.com